Heitasti juni á Svalbard í 50 ár

Heitasti juni á Svalbard í 50 ár
MIðalhitin var 6,1 stig, og tað eru 2,5 stig heitari enn vanligt er henda mánaðin
Mátingarnar vóru gjørdar í floghavnini í Longyearbýnum.
Mynd: AFP/NRK  
 
19.07.2024 - 15:08

Juni mánaður í ár var tann heitasti á Svalbard, síðani hitamátingar byrjaðu har fyri skjótt 50 árum síðan.

Tað skrivar Svalbardposten sambært norska kringvarpinum NRK.

Mátistøðin í Longyearbýnum vísti ein miðalhita uppá 6,1 hitastig í juni. Tað eru heili 2,5 stig heitari enn vanligi miðalhitin henda mánaðin.

Norski veðurfrøðingurin, Per Egil Haga, sigur við Svalbardposten, at tað ber ikki til at gera greiðar niðurstøður bert út frá tølunum í juni, men gongdin samsvarar við forsagnirnar frá veðurfrøðingum, sigur hann og vísir á, at veðurlagsbroytingar raka harðari og eru sjónligari norðuri við Svalbard enn longri suðuri í Evropa.

Eitt annað veðurmet var eisini sett á Svalbard herfyri, tá tað í eitt samdøgur regnaði meira enn tað vanliga ger allan juli mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946