Ætla at lata gullnám í Suðurgrønlandi uppaftur

Ætla at lata gullnám í Suðurgrønlandi uppaftur
Síðani januar hevur eitt nýtt partafelag gjørt fyrireikingar til at lata námið uppaftur, og flestu neyðugu loyvini frá almennu myndugleikunum eru eisini komin
Gullnámið bleiv stongt í 2013, millum annað orsakað av fallandi prísum á gulli á altjóða marknaðinum. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
19.07.2024 - 14:28

Arbeitt verður nú miðvíst við at lata gullnámið í Nalunaq har suðuri í Grønlandi uppaftur.

Gullnámið bleiv stongt í 2013, millum annað orsakað av fallandi prísum á gulli á altjóða marknaðinum.

Men námið, sum fyrstu ferð læt upp í 2004, hevur stóran týdning fyri búskaparligu menningina av økinum og av Suðurgrønlandi sum heild. Tað gevur nógv arbeiðspláss í sjálvum náminum og eisini nógv avleitt virksemi, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

 

Nýtt partafelag

Síðan januar hevur eitt nýtt partafelag gjørt fyrireikingar til at lata námið uppaftur, og flestu neyðugu loyvini frá almennu myndugleikunum eru eisini komin.

Í løtuni er bert eitt virkið nám í Grønlandi. Tað er White Mountain nærindis Kangerlussuaq, har grivið verður eftir ráevninum anorthosit, sum millum annað verður brúkt til glastrevja- og sementframleiðslu.

Gullnámið í Nalunaq er stutt frá Nanortalik.

Og so kann leggjast aftrat, at trúlovilsisringarnir hjá Fríðriki kongi og Mary drotning eru gjørdir úr gulli frá Nalunaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946