Nú verður Hasfjord høgdur upp

Nú verður Hasfjord høgdur upp
Jarnið úr skipinum verður flutt til Danmarkar, haðani tað fer til Turkalands
Hasfjord hevur ligið í ferjuleguni á Strondum seinastu tíðina. Nú verður hann høgdur upp á Skála.
Mynd: Sigrún H. Brend  
 
18.07.2024 - 12:00

Í næstu viku verður Hasfjord sleipaður av Strondum á Skála.

Har verður hann høgdur upp.

Smápartafelagið 12-08-09 keypti Hasfjord fyri einum ári síðani.

Felagið fæst við upphøgging.

Jarnið úr Hasfjord verður flutt til Danmarkar, haðani tað fer til Turkalands.

 

Hasfjord var keyptur til farmasigling millum Gomlurætt og Skopun í 2019. Hann er bygdur í 1975. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Keyptur fyri 410.000 kr. 

Torleif Jarmund Hansen í Skálafirði, stjóri í 12-08-09, vil ikki upplýsa, hvussu nógv fæst fyri gamla jarnið.

Felagið keypti Hasfjord fyri 410.000 krónur. Hasfjord er bygdur í 1975.

Hasfjord var keyptur úr Noregi í 2019 til at flyta byggiútgerð og betong um Skopunafjørð í sambandi við Sandoyartunnilin. 

Talan bleiv eisini um aðra farmasigling í Sandoynna.

Hasfjord kostaði landinum við øllum - tað eru keyp, umvælingar og rakstur, 30 mió. kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981