James D. Vance varaforsetavalevni hjá Trump

James D. Vance varaforsetavalevni hjá Trump
Russland hevði ikki gjørt innrás í Ukraina, um Donald Trump hevði verið forseti, sigur varaforsetavalevnið hjá republikanarunum
James David Vance verður varaforsetavalevni hjá republikanarunum á valinum í heyst.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2024 - 08:27

Seint í gjárkvøldið var kunngjørt, at James David Vance verður varaforsetavalevni hjá republikanarunum á amerikanska valinum í heyst. 

Vance hevur áður arbeitt sum vinnulívsadvokatur, hann er giftur Ushu, og tey eiga trý børn.

Fyrr um kvøldið kunngjørdi Donald Trump, at hann vildi hava J.D.Vance sum varaforsetavalevni.

Í gjárkvøldið kom Vance á landsfundin hjá republikanarunum í Milwaukee saman við konu síni.

Í samrøðu í Fox News Channel, sum sendi beinleiðis frá landsfundinum, tosaði Vance m.a um uttanríkispolitikkin hjá Trump:

 

16072024_Vance_1

 

James D. Vance, varaforsetavalevni, og kona hansara, Usha Vance. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Donald Trump, forsetavalevni, og James D. Vance, varaforsetavalevni, á landsfundinum hjá republikanarunum í gjárkvøldið. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)


- Týdningarmesti parturin av Trump-læruni í uttanríkispolitikki er, at vit ikki senda amerikanskar herdeildir avstað, uttan at vit noyðast. Men gert tú tað, so skal tað merkjast, og tú smekkar til. Eg haldi, at tað er mátin, sum tú vísir virðing fyri djørvu monnunum og kvinnunum í tænastu, segði James David Vance, varaforsetavalevni, við Fox News Channel.

Hann tosaði eisini um kríggið hjá Russlandi í Ukraina.

- Støðan hevði verið ein onnur, um Trump var forseti, sigur Vance:

 

16072024_Vance_2_wav

 

- Russland hevði ikki gjørt innrás í Ukraina, um Donald Trump hevði verið forseti. Tað eru øll samd um. Sjálvt nógvir av mínum demokratisku floksfeløgum eru samdir við mær um tað. 

- Men her er trupulleikin. Vit hava brúkt 200 milliardir dollarar. Hvat er endamálið? Hvat er tað, vit royna at røkka. Er vandi fyri, at tað endar við kjarnorkukríggi? Tí tað er tað, tá ið tú hevur ein klóvn, sum stýrir uttanrikispolitikkinum, og vit hava nógvar í Washington DC. 

- Trump hevur lovað er at fara í samráðingar við russarar og ukrainar og fáa skjótan enda á hesum, so at Amerika kann hugsavna seg um verðulig mál, sum t.d. Kina. Tað er størsta hóttan móti okkara landi, og vit eru fullkomiliga ørkymlað av hesum, segði James David Vance, varaforsetavalevni hjá republikanarunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155