Innflutningurin minkaði 1,6 milliardir

Innflutningurin minkaði 1,6 milliardir
Oljuinnflutningurin minkaði hálva milliard, tí prísirnir eru lækkaðir, og verkfallið hevði við sær, at ongar vørur vóru innfluttar eitt skifti
Innflutningurin frá juni í fjør til mai í ár var 10,7 milliardir kr.
Mynd: Hagstovan  
 
12.07.2024 - 15:15

Innflutningurin seinasta árið minkaði 1,6 milliardir krónur, ella 13 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Innflutningurin frá juni í fjør til mai í ár var 10,7 milliardir kr.

Minkingin stavar í høvuðsheitum frá brennievni og skipum. Oljuinnflutningurin minkaði 485 milliónir kr., tí prísirnir eru lækkaðir.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum minkaði 704 milliónir kr., ella 19,8 prosent. 

Nøgdirnar av gerandisvørum minkaðu niður í helvt, helst tí at allur vøruinnflutningur helt uppat undir verkfallinum, sigur Hagstovan.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981