Liðug at kanna málið um álop á Argjum

Liðug at kanna málið um álop á Argjum
Ákæruvaldið fer nú at gera av, um tann skuldsetti skal ákærast
Politiið er liðugt við kanningararbeiðið í sambandi við álopið á Argjum í vár. (Savnsmynd)
 
11.07.2024 - 09:17

Politiið er liðugt við kanningararbeiðið í sambandi við álopið á Argjum í vár.

Nú skulu løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinum gera av, um tann skuldsetti skal ákærast.

Tað var sunnukvøldið 28. apríl, at ein kvinna var álopin á gøtuni við Sandá, eystan fyri fótbóltsvøllin á Argjum.

Ein maður var tikin eitt korter eftir álopið. Hann var tikin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Maðurin, sum er skuldsettur fyri álopið, noktar seg sekan.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani, hann var tikin.

Seinast, varðhaldið var longt, var 25. juni. Tað var tá longt í fýra vikur.

Tað góðtók maðurin sjálvboðin, so hann skuldi ikki í rættin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981