![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/mordid_a_hanne_with.jpg?itok=oXgA0TVK)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
11 ár og seks mánaða fongsul fyri morð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hanne_with.jpg?itok=vajKmXKG)
Ein 54 ára gamal dani, Henrik Krogh Rasmussen, er dømdur 11 ár og seks mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava dripið 23 ára gomlu Hanne With í Danmark.
Drápið var framt í eini íbúð gamlaárskvøld í 1990, - tvs. fyri 34 árum síðani.
Unga kvinnan var kvald og stungin við knívi.
Sambært serfrøðingum, vóru bæði DNA og fótafar frá manninum funnin í íbúðini.
Henrik Krogh Rasmussen noktar seg sekan, og hevur biðið um tíð at umhugsa dómin. (Tekning: Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix)
Maðurin noktar seg sekan í drápinum, men sigur, at hann hevði "black out" gamlaárskvøld, og minnist tí ikki, um hann drap Hanne With.
Í grundgevingini fyri dóminum, staðfestir dómarin, at DNA frá manninum er funnið á buksunum hjá kvinnuni, og fótfar hjá honum í køkinum í íbúðini. Dómarin staðfestir, at tað er prógvað, at maðurin var í íbúðini á gerningsdegnum.
Dømdi maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin, skrivar DR.