Pallborðskjak um kvinnur í tónleiki

Pallborðskjak um kvinnur í tónleiki
Tiltakið er partur av skránni á G-festivalinum
Eivør á palli á G! í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2024 - 13:46

Kvinnur í tónleiki er heitið á pallborðskjaki, sum er leygardagin á G-festivalinum.

Tiltakið er partur av skránni í Fjósinum.

 

Sissal Kampmann.

 

Sissal Kampmann stendur fyri tí, sum hendir í Fjósinum á G!

Kvinnur fara at tosa um tað at vera kvinna í tónleikavinnuni.

Hoyr samrøðu við Sissal Kampmann í útvarpstíðindunum:

 

092024_Kvinnur_og_festivalar

 

Um vikuskiftið søgdu vit, at á Tórsfest, sum verður í Havn 26. juli, fer eingin kvinna á pall.

Á Gfestivalinum, sum byrjar 18. juli, eru 11 kvinnubólkar, 23 mannfólkabólkar og 8 blandaðir bólkar.

 

Erik Biskopstø.

 

Kvinnur við frá fyrsta degi

- Vit hava havt nógvar kvinnur á palli frá fyrsta degi, sigur Erik Biskopstø, sum skipar fyri Summarfestivalinum.

Og á skránni higartil í ár eru nógv fleiri kvinnur enn menn, sigur hann:

 

09072024_Biskopsto

 

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981