Fleiri barsilspengar

Fleiri barsilspengar
Hámarkið fyri barsilspening hækkaði 1. juli. Tað er nú 30.000 kr.
Hámarkið hjá Barsilsskipanini hækkaði 1. juli.
 
08.07.2024 - 06:03

Hámarkið fyri barsilspening hækkaði 1. juli.

Tað er nú 30.000 kr. um mánaðin. Tað var 25.000 kr.

Tá lógin um barsilsgjald kom í 2001, var útgjaldshámarkið 35.000 krónur.

Men í 2004 setti løgtingið gjaldið niður í 25.000 krónur. 

Tað verður mett at kosta Barsilsskipanini 16,3 mió. kr. um árið at hækka hámarkið.

Hjá teimum, sum hava rætt til størri barsilspening, hendir hækkingin sjálvvirkandi.

Broytingin umfatar bæði tey, sum longu eru í barsili, og tey, sum søkja eftir 1. juli.

Studni telur við

Ein onnur broyting í barsilslógini er, at nú telur studningur frá Studna við í útrokningargrundarlagnum hjá nýútbúnum, sum skulu í barsil. 

Henda broytingin er bara galdandi fyri tey, sum søkja um barsilspening frá 1. juli í ár.

Kunngerðin, sum ásetir neyvari reglur um útrokningargrundarlagið, er ikki komin enn.

Tí ber ikki til at siga heilt neyvt, júst hvussu studningurin kemur at telja við. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519