Tænastugjøld leggjast á tóm hús

Tænastugjøld leggjast á tóm hús
Lógaruppskot verður lagt fram í heyst
 
30.06.2024 - 14:00

Í heyst verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið, sum skal geva kommununum heimild at taka eitt gjald fyri tænastuveitingar til summarhús og hús, sum standa tóm.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Hann væntar, at uppskotið kemur í Løgtingið í heyst og at tað fer at fáa góða undirtøku frá tingfólki. Roknast kann við, at nýggja lógin - um hon verður samtykt - kemur í gildi 1. januar ella stutt eftir ársskiftið.

Sambært Dimmalætting vísti ein uppgerð hjá Kommunufelagnum í 2018, at 14,4 prosent av øllum húsum í landinum stóðu tóm - altso, at eingin búði fast í teimum. Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna vóru ikki við í tí yvirlitinum. Eitt yvirlit hjá Tórshavnar kommunu fyri tveimum árum síðan vísti, at meir enn 700 bústaðir í kommununi stóðu tómir.

 

Hoyr samrøðuna við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, her: 

Bjarni_Karason_tom_hus_gjald

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805