Oyggjaleikirnir skulu hava eitt búmerki

Oyggjaleikirnir skulu hava eitt búmerki
ÍSF skipar nú fyri kapping um at gera eitt búmerki til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027
Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2027 skulu nú hava eitt búmerki
 
29.06.2024 - 11:04

Rørsla, kapping, felagsskapur, breidd, styrki, vinalag, samanhald, fjølbroytni, ídni, ágrýtni, gleði, vónbrot, stuttleiki, oyggjar, hav, samgleði, the friendly games. Hetta eru nøkur orð, ið lýsa oyggjaleikir, men hvat heldur tú eyðkennir Oyggjaleikir 2027?

Soleiðis spyr ÍSF, sum nú skrivar út búmerkjakapping í sambandi við Oyggjaleikirnar, sum verða hildnir í Føroyum í 2027.

ÍSF skrivar, at búmerkið fer at síggjast aftur allastaðni, og tað verður ímyndin av leikunum. 

Fyrstu oyggjaleikir vóru í 1985. Hetta er aðru ferð, at leikirnir eru í Føroyum, seinast var í 1989. Leikirnir verða kallaðir The friendly Games. 14 ítróttagreinar eru við í leikunum hesa ferð, og 24 oyggjasamfeløg verða boðin við.

Tær 14 ítróttagreinarnar eru badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur og sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triatlon.

Uppskotini til oyggjaleikabúmerkið skulu vera ÍSF í hendi í seinasta lagi á midnátt sunnukvøldið 15. september.

Vinningurin er 10.000 krónur.

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni hjá ÍSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109