OL-rógvararnir leggja síðstu hond á fyrireikingarnar

OL-rógvararnir leggja síðstu hond á fyrireikingarnar
Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Johansen eru við í danska róðrarhópinum, sum sunnudagin fer á venjingarlegu í Portugal, har seinasta tøkini skulu takast undan OL í París
Sára Maria Johansen "livir í dreyminum". Danski róðrarhópurin skal taka síðstu tøkini undan OL á venjingarlegu í Portugal
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
29.06.2024 - 11:05

Tveir føroyskir rógvarar eru við í danska hópinum, sum í morgin fer á venjingarlegu í Portugal.

Royndi miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, hevur roynt slíkt fyrr, men fyri Sáru Maria Johansen, sum er við á danska 'áttaranum', er hetta ókent og spennandi.

 - Hetta er tað, sum flestu íðkarar á høgum stigi droyma um. So hetta er veruliga at liva í dreyminum, sigur Sára Maria Johansen, sum saman við bátsfeløgunum róði seg til OL-plássið í mai.


Danski róðrarhópurin var alment sendur avstað á venjingalegu og síðan til Olympisku leikirnar á tiltaki á víkingasavninum í Roskilde. Sára Maria Johansen og Sverri Sandberg Nielsen eru uttast til høgru. MYND: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

 

Rógvararnir vera í Portugal til 23. juli, tá ferðalagið fer víðari til París. Ólavsøkudag skal áttarin rógva fyrsta innleiðandi umfarið.

 - Vit fara at brúka hesar vikurnar upp á at rætta tann síðsta teknikkin, fínpussa smálutirnar og fáa enn meir ferð á bátin, greiðir Sára Maria Johansen frá. Hon er kend úr føroyska róðrarumhvørvinum og seinni vann hon heimsmeistaraheitið í inniróðri á 2000 metrum.

Í november gjørdist hon partur av áttaranum, sum nú ger seg til reiðar til leikirnar.

 - Vit brúka nógva tíð upp á venjing og venja hart, men eg royni eisini at njóta hvørt sekund av tí, tá eg veit, hvat endamálið er. Tað er ein serstakur felagsskapur, eg eri blivin partur av, og vit merkja hvønn dag, hvussu stórt hetta veruliga er.


Formaðurin í danska ítróttasambandinum, Hans Natorp, gevur Sverra Sandberg Nielsen, Sáru Maria Johansen og hinum rógvarunum nøkur góð orð á vegnum, nú kósin verður sett til Portugal, har drúgv venjingarlega er á skránni. MYND: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081