Tólmenni skulu vaska gólv í ítróttahallum

Tólmenni skulu vaska gólv í ítróttahallum
Sjálvvirkandi reingerðarmaskinurnar skulu vaska um náttina í høllini á Hálsi og Hoyvíkshøllini
Torført er at fáa fólk at vaska, og tí er biðið um tilboð um tólmenni, sum skulu vaska høllina á Hálsi og Hoyvíkshøllina.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
26.06.2024 - 08:30

Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari ætlan um at lata robottar, tólmenni, vaska gólvini í høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini.

Trupult er at fáa fólk at vaska um næturnar.

Tí hevur Ítróttaanlegg biðið um tvær sjálvvirkandi reingerðarmaskinur.

Tær skulu vaska um náttina.

Tí ber til at hava hallirnar longur opnar. Og lønir vera spardar. 

Tilboð eru komin um tólmennini, 500.000 kr, fyri tað, sum skal brúkast á Hálsi, og 300.000 kr. fyri tað, sum skal brúkast í Hoyvíkshøllini. 

Ætlanin kom í fjør heyst, men í november avgjørdi býráðið at endurskoða hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344