Vit klippa á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum

Vit klippa á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum
Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik
 
02.12.2024 - 10:34

Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum.

Her er sera hugnaligt, og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði.

Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.

Hesa ferð gera vit tveir einglar.

 

Tilfar og amboð:

Pappír, saks, blýant, lím, tekniblýantar, band/tráð og nál.

 

1. Prentað arkið út.

2. Límað arkið á eitt tjúkt pappír og klipp alt út.

 

Nú hava tit skapini til eingilin.

 

3. Tekna skapini av, á tað pappírið tit vilja brúka.

4. Klipp tann eina rundingin í helvt til veingir.

5. Bukkað tveir av rundingunum saman til kroppar, og líma teir saman. Brúka strikurnar sum leiðbeining.

6. Teknað eygu, nøs, munn og hár á høvdini, og líma tey á hvør sín kropp.

7. Límað veingir á bakið.

 

At enda:

Tráðað eina nál og seymað eitt hol í, ovast á einglinum. Drag tráðin ígjøgnum, bint knút á og so er bara eftir, at heingja eingilin upp, har sum tit halda hann riggar best.

Tað ber til at brúka nógv sløg av pappírum, til dømis pakkar sum kornflakar hava verið í, tepakkar, karamellpappír til hjørtuni. Tað er bara at brúka hugflogið.

 

>>Vegleiðing um, hvussu tú gert jólaprýðið hesuferð, kanst tú heinta niður her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 29. mars
Morgunlestur leygardagur 29.mars 2025
189736
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss sending
189950
Fríggjadag 28. mars
Alison Krauss um Arcadia
189859
Fríggjadag 28. mars
Vikuskiftið 28 mars 2025
189968
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948
Fríggjadag 28. mars
Veðrið
189965
Fríggjadag 28. mars
Brotið - teknmálstulkað
189963
Fríggjadag 28. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189947

Meira um sama evni