Stóru bankarnir framvegis SIFI-peningastovnar

Stóru bankarnir framvegis SIFI-peningastovnar
SIFI-talið hjá Betri banka er 21,7 prosent og 20,7 prosent í Føroya banka
Betri banki. SIFI-peningastovnar eru peningastovnar, sum hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir sleppa ikki at fara á húsagang.
 
25.06.2024 - 09:34

Betri banki og Føroya banki eru framvegis SIFI-peningastovnar.

Tað sigur Fíggjareftirlitið, sum hvørt ár kannar, um peningastovnar lúka krøvini um at vera SIFI-stovnur.

SIFI-peningastovnar eru peningastovnar, sum hava so stóran týdning fyri samfelagið, at teir sleppa ikki at fara á húsagang.

 

SIFI-talið í Føroya banka er 20,7 prosent. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fyri at kunna vera SIFI peningastovnur í Føroyum, skal javnin vera størri enn 3,3 milliardir krónur.

Fíggjareftirlitið sigur, at SIFI-talið hjá Betri banka er 21,7 prosent.

Tað er 20,7 prosent hjá Føroya banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikan 12. apríl 2025
191337
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117