Hákun fær nýggjan kappingarneyta á veinginum

Hákun fær nýggjan kappingarneyta á veinginum
Hákun West av Teigum fær nýggjan kappingarneyta á høgra vongi í Berlin. Høvuðsstaðarfelagið hevur gjørt eitt ára sáttmála við Tobias Reichmann, sum avloysir Hans Lindberg
Tobias Reichmann verður liðfelagi og kappingarneyti hjá Hákuni West av Teigum næsta kappingarár
Mynd: Max Krause  
 
20.06.2024 - 10:57

Føroyski landsliðsvongurin, Hákun West av Teigum, hevur fingið nýggjan kappingarneyta á høgra vongi í Füchse Berlin.

Høvuðsstaðarfelagið hevur gjørt eitt ára sáttmála við ​​Tobias Reichmann, sum avloysir legendariska danan Hans Lindberg, sum júst er givin í týskum hondbólti.

Samstundis sleit svenski vongurin Valter Chrintz krossbandið fyri aðru ferð, og tí verða tað Hákun West av Teigum og ​​Tobias Reichmann, ið er úr Berlin, sum manna høgra vong hjá revunum næsta kappingarár.

36 ára gamli Reichmann kemur úr Rhein-Neckar Löwen og hevur havt eina glæsiliga yrkisleið. Hann hevur millum annað vunnið týska meistaraheitið og Champions League fyri THW Kiel, og í 2016 var hann við til at vinna EM fyri Týskland.


Hákun West av Teigum - her í nærdysti við tveir norðurmakedónar - skal kappast við Tobias Reichmann á høgra veingi hjá Füchse Berlin næsta ár. MYND: Bjarni Árting Rubeksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856