Ungarn ikki ímóti, at Rutte verður Nato-aðalskrivari

Ungarn ikki ímóti, at Rutte verður Nato-aðalskrivari
Mótstøðan er burtur, eftir at Viktor Orban, forsætisráðharri, hitti Mark Rutte á ES-toppfundinum herfyri
Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, liggur framvið at gerast nýggjur Nato-aðalskrivari eftir Jens Stoltenberg.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2024 - 13:46

Hollendskir miðlar skriva, at Ungarn er ikki longur ímóti, at Mark Rutte, forsætisráðharri, verður nýggjur aðalskrivari í Nato.

Tað er greitt, eftir at Mark Rutte hitti ungarska forsætisráðharran Viktor Orban á ES-toppfundinum í Brússel herfyri.

Ónevndar keldur siga við miðlarnar NOS og RTL, at Orban ikki longur krevur umbering frá Rutte um orðingar, sum Rutte hevur nýtt um Ungarn. 

Eisini slovakiski forsætisráðharrin, Peter Pellegrini, sigur í dag, at hann er til reiðar at stuðla Rutte í at gerast Nato-aðalskrivari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155