Borgarstjórin á Tvøroyri krevur treytaleysa umbering fyri lesarabræv

Borgarstjórin á Tvøroyri krevur treytaleysa umbering fyri lesarabræv
Kristin Michelsen heldur, at orðingarnar í lesarabrævinum eru so grovar og sexistiskar, at hann hevur vent sær til advokat
Kristin Michelsen er borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.
 
13.06.2024 - 13:07

- Kemur rektarin á miðnámi í Suðuroynni ikki við eini treytaleysari umbering, so fer advokaturin hjá mær víðari við málinum. 

So bersøgin er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. 

Hann kennir seg stoyttan av einum lesarabrævi hjá rektaranum.

Rektarin, Rósa Heinesen, sendi fyrradagin føroysku miðlunum eitt longri lesarabræv, sum snýr seg um kommunusamanleggingina í Suðuroy. 

Yvirskriftin er "Kommunusamanlegging: ein fallos og annar".

Men orðingarnar í lesarabrævinum eru so grovar og sexistiskar, heldur Kristin Michelsen, at hann hevur vent sær til ein advokat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

13062024_Kristin_um_sexismu

 

Vit fáa viðmerking frá Rósu Heinesen seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275