Borgarstjórin á Tvøroyri fær onga umbering

Borgarstjórin á Tvøroyri fær onga umbering
- Orðið fallos er heilt vanligt myndamál, og nýtist ikki at merkja nakað ónærisligt, sigur Rósa Heinesen, sum skrivaði lesarabræv um kommunusamanleggingina i Suðuroy
Rósa Heinesen er hótt við advokati fyri eitt lesarabræv, sum hon hevur skrivað um kommunusamanleggingina í Suðuroynni. (Savnsmynd)
 
13.06.2024 - 18:00

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fær onga umbering fyri yvirskriftina í lesarabrævinum við heitinum "Kommunusamanlegging: ein fallos og annar".

 - Eg veit ikki, hvat eg skal biðja um umbering fyri, sigur Rósa Heinesen, ið skrivaði lesarabrævið í sambandi við fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í Suðuroynni, sum verður leygardagin:

 

13062024_Rosa_1

 

Kristin Michelsen.

 

Í tíðindunum á døgurða, segði Kristin Michelsen, at orðingarnar í lesarabrævinum hjá Rósu Heinesen eru so grovar og sexistiskar, at hann hevur vent sær til ein advokat. 

At hon samstundis er rektari á miðnámi í Suðuroy, ger ilt verri, segði Kristin Michelsen:

 

13062024_Kristin

 

- Orðið fallos er heilt vanligt myndamál, og nýtist ikki at merkja nakað ónærisligt, sigur Rósa Heinesen:

 

13062024_Rosa_2

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981