Byggja stórt havnarlag undir Gøtueiði til vinnuvirksemi

Byggja stórt havnarlag undir Gøtueiði til vinnuvirksemi
Eysturkommuna og Varðin standa fyri ætlanini
230.000 rúmmetrar av gróti fara í nýggja havnarlagið, sum ætlanin er at byggja undir Gøtueiði.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
10.06.2024 - 18:00

Nú eru bara ein hoyring eftir, so kann Eysturkommuna saman við vinnulívinum fara undir at gera nýtt havnarlag. 

Eysturkommuna hevur í fleiri ár arbeitt við einari ætlan um eina sonevnda spunskai til vinnuvirksemi norðan fyri bygdina undir Gøtueiði. 

 

(Mynd: Umhvørvisstovan)

 

Kanningin, sum sigur hvørji árin, ein nýggj havn norðan fyri bygdina undir Gøtueiði hevur, staðfestir, at lívfrøðiliga fjølbroytni ikki er stórt, har ætlanin er at byggja.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10062024_Per_Martin

 

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu. 

 

David Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum. 

 

Hava tørv á plássi

Stóra reiðaríið Varðin - við heimstaði í Gøtu - manglar eitt stað til sítt virksemi, og tí eru tey við í ætlanini, sigur David Jacobsen, nevndarformaður:

Varðin eigur bróðurpartin av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri. Virkið manglar frystigoymslu, og hana fær virkið eisini burtur úr somu verkætlan, sigur David Jacobsen.

Hoyringarfreistin til búlendiskanningina er 19. juli. Hetta er seinasta hoyring, áðrenn arbeiðið eftir ætlan kann byrja:

 

11062024_David_Jacobsen

 
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017