24 íbúðir byggjast í Norðragøtu

24 íbúðir byggjast í Norðragøtu
Arbeiðið fer í gongd beinanvegin og eftir ætlan skulu íbúðirnar verða lidnar við ársenda 2026
Norðragøta
Mynd: Varðin  
 
08.06.2024 - 12:12

Tað er partafelagið Eyðabø, sum er dóttirfelag hjá lokala reiðarínum Varðin, sum fer at byggja saman við Búsetri.

Í fyrstu syftu skulu 24 íbúðir byggjast í tveimum íbúðarblokkum. Møguliga verða tó 10 íbúðir afturat bygdar, tí eitt øki verður gjørt byggibúgvið til ein møguligan triðja blokk, skrivar Varðin á heimasíðu síni.  

Sáttmáli er undirskrivaður við Búsetur um at gera vega- og lendisarbeiðið til íbúðarøkið. 

Samstarvsavtala er eisini gjørd millum Eysturkommunu og partafelagið Eyðabø, sum loyvir Eysturkommunu at leiga nakrar av íbúðunum. 

Íbúðirnar skulu eftir ætlan verða lidnar við ársenda 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881