- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kring Føroyar 2024: Jákup Petur vann í spurtinum
Nógv bendir á, at kappingin um Kring Føroyar-gullið 2024 fer at standa ímillum núverandi oddamannin, Paula Poulsen, og vinnaran seinastu tvey árini, Jákup Petur Eliassen.
Í gjár var 2. teinur súkklaður í Eysturoynni, har Jákup Petur Eliassen vann á Paula Poulsen í spurti til mállinjuna. Munurin var bert trý sekund.
Teir báðir fóru undan restini í Oyndafirði, tá komið var hálva leið, og avgerðin fall ikki fyrrenn á sjálvari mállinjuni á Kambsdali, har royndirnar komu Jákup Peturi Eliassen til góðar. Kristmund Johannesen endaði á 3. plássi.
Pauli Poulsen súkklaði ein góðan einkultstart mikudagin, og hann er framvegis góðan hálvan annan minutt framman fyri Jákup Petur Eliassen, sum skal arbeiða hart næstu tríggjar dagarnar, um hann skal endurvinna kappingina.
Skylv sigraði aftur
Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv annan dagin á rað. Hon hevur talst millum fremstu føroysku ítróttafólkini í nógv ár, og hon gevur fremstu monnunum dyst til mállinjuna.
Í mótbrekku er hon sera sterk, men í longu undanbrekkunum missir hon í mun til bestu menninar. Súsanna Skylv endaði nummar fýra samanlagt, meðan næstfremsta kvinnan var Súsanna Eliassen. Samanlagt eru 39 minuttir ímillum tær báðar.
Sandoyggin bíðar
Sandoyggin er karmur um 3. tein, sum verður súkklaður í dag. Í ár er startur og mál í Húsavík. Úr Húsavík gongur leiðin til Sands, runt um Sandsvatn, og síðan til Skálavíkar. Súkklað verður runt í bygdini, áðrenn leiðin gongur til aftur Sands, runt um Sandsvatn. Síðan til Dals at venda, áðrenn leiðin gongur aftur til Húsavíkar, har málið er. Teinurin er góðar 55 kilometrar langur, og tilsamans túsund hæddarmetrar. Kappingin byrjar kl 14.00.