Arbeiðarafeløgini: Hava alla tíðina verið fús at samráðast

bannari
Arbeiðarafeløgini: Hava alla tíðina verið fús at samráðast
Sonja Jógvansdóttir, samskipari, ivast tó í, um arbeiðarafeløgini hava flutt seg, nú farið verður til seming fríggjadagin
Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag, og Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag. Nýggj semingsroynd verður fríggjadagin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2024 - 14:02

- Vit hava alla tíðina sagt, at vit eru sinnað at samráðast.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá arbeiðarafeløgunum í verkfalli. 

Hon ivast tó í, um arbeiðarafeløgini hava flutt seg, nú farið verður til seming aftur fríggjadagin.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Sonju Jógvansdóttir í útvarpstíðindunum: 

 

Sonja_Jogvansdottir_kl_1220

 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevur onga viðmerking í løtuni, men vísir til semingsmannin.

- Vit hava fingið boð frá semingsmanninum um, at tað er hann, sum úttalar seg, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, í sms-boðum til útvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017