Samráðingar slitnaðar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið

Samráðingar slitnaðar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið
Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmálan viðvíkjandi Strandferðsluni eru steðgaðar upp.
Arnfinn Bech
Mynd: Maskinmeistarafelagið  
 
01.06.2024 - 12:57

Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmálan viðvíkjandi Strandferðsluni eru steðgaðar upp, og Maskinmeistarafelagið hevur sent boð eftir Semingsstovninum.

Hinar sáttmálasamráðingarnar, sum Maskinmeistarafelagið hevur, eru um sáttmálarnar við interkommunalu felagsskapirnar IRF og SEV, sáttmálin fyri alment settar maskinmeistarar á landi og sáttmálarnir fyri maskinmeistararnar hjá Vørn og Havstovuni.

Umframt Fíggjarmálaráðið er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini partur av nøkrum av hesum sáttmálasamráðingunum.

Umleið 20 fólk eru fevnd av Strandferðslu-sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Leiðirnar, talan er um, eru Suðuroyarleiðin, Nólsoyarleiðin, Hestleiðin og Kalsoyarleiðin.

 

Hoyr samrøðu við Arnfinn Bech, formann í Maskinmeistarafelagnum.

010624_Arnfinn_Bech
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616