Fimm mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap og hóttanir

Fimm mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap og hóttanir
Dømdi maðurin hevur biðið um tíð at hugsa, um hann skal fara í Landsrættin í málinum
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
30.05.2024 - 11:11

Maðurin, sum var ákærdur fyri endurtiknan harðskap og hóttan eftir lívinum, er nú eisini dømdur fyri brotsverkini.

Hann fekk í Føroya rætti í gjár fimm mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Maðurin bað um tíð at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við málinum.

Hann gjørdi seg inn á fýra ungar menn sunnumorgunin 14. apríl í Klaksvík. Millum annað hótti hann við felliknívi.

 

Missir knívin

Løgreglan fann seinni knívin á vágni í Klaksvík.

Føroya rættur avgjørdi, at hann skal missa knívin.

Maðurin, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 16. apríl, var latin leysur í gjár.

Maðurin játtaði, at hann vara staðnum 14. apríl, men hann noktaði seg sekan í ákærunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717