- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir skal syngja í beinleiðis sjónvarpssending á DR leygarkvøldið
Beinir skal syngja í beinleiðis sjónvarpssending á DR leygarkvøldið
Beinir Troest Rasmussen hevur av álvara vind í seglunum á danska tónleikapallinum. Leygarkvøldið skal hann syngja og spæla beinleiðis í stórari sjónvarpssending á DR
Mynd: Pressumynd
30.05.2024 - 13:15
Danska grundlógin verður 175 ár í ár, og tað verður feirað í Danmark.
Leygarkvøldið skipar Danmarks Radio fyri beinleiðis sjónvarpssending við felagssangi av Christiansborg klokkan 19 føroyska tíð.
Nógvir kendir danskir sangarar og tónleikarar fara at syngja sangir, sum øll kenna og duga at syngja við til.
Millum tey útvaldu tónlistafólkini, sum skulu syngja á Christiansborg leygarkvøldið, er føroyski Beinir.
Hvønn sang Beinir skal syngja, er enn ikki greitt.
Vertir í sendingini verða Katrine Muff og Johannes Langkilde, sum síðan 2021 hava skipað fyri sendingini “Fællessang – hver for sig” á DR.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV