Føroya rættur viðger mál um harðskap og hóttanir eftir lívinum

Føroya rættur viðger mál um harðskap og hóttanir eftir lívinum
Ein 28 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fýra fólk og fyri at hótta við felliknívi
Føroya rættur. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 08:37

Í dag fer Føroya rættur at viðgera ákærurnar móti einum 28 ára gomlum manni.

Hann er ákærdur fyri endurtiknan harðskap og hóttanir eftir lívinum.

Ákærurnar eru fýra.

Maðurin er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á fýra fólk, og hann er ákærdur fyri at hótta við felliknívi.

 

Kvørkratak

Løgreglan fann seinni knívin á vágni í Klaksvík.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at taka kvørkratak á tí eina órættaða.

Hetta var sunnumorgunin 14. apríl í Klaksvík.

Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 16. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717