Avlop á gjaldsjavnanum síðani 2012

Avlop á gjaldsjavnanum síðani 2012
Eftirlønaruppsparing og stór avlop hjá stórum fyritøkum eru høvuðsorsøkirnar til varandi avlopið, sigur Landsbankin
Miðalavlopið á gjaldsjavnanum frá 2018 til 2022 er 1,5 milliardir krónur. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 08:18

Føroyar hava havt avlop á gjaldsjavnanum hvørt ár síðani 2012.

Miðalavlopið frá 2018 til 2022 er 1,5 milliardir krónur, skrivar Landsbankin.

Gjaldsjavnin vísir allar gjaldingar millum Føroyar og útlond. 

Talan er um gjaldingar fyri vørur, tænastur, løn hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, og løn hjá útlendingum, sum arbeiða í Føroyum. 

Haraftrat eru gjaldingar fyri avkast av føroyskum íløgum í útlondum og útlendskum íløgum í Føroyum. Og rakstrarflytingar, sum ikki eru lønir ella avkast av ognum, men til dømis ríkisveitingin úr Danmark, eru eisini við.

 

1,3 milliardir í avlopi í 2022

Gjaldsjavnin var tvær milliardir og 209 milliónir krónur í 2019.

Hann var eina milliard og 275 milliónir í 2022.

Seinastu árini hava Føroyar havt avlop av vøruhandlinum, men hall hevur verið á tænastuhandlinum. 

Yvirskot er í inntøkuflytingum, tí so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands. Yvirskot er eisini í rakstrarflytingum. Tað ger ríkisveitingin úr Danmark.

Tvær orsøkir eru til, at Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldsjavnanum seinastu árini, skrivar Landsbankin.

Onnur er, at eftirlønaruppsparingin er vaksin nógv.

Hin er, at fleiri stórar føroyskar fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117