Óli dagsins maður tá Sävehof tryggjaði sær meistaraheitið

Óli dagsins maður tá Sävehof tryggjaði sær meistaraheitið
Óli Mittún spældi ein frálíkan dyst, tá IK Sävehof vann fjórða finaludystin um svenska meistaraheitið á Ystads og tryggjaði sær fyrsta gullið síðan 2021
Nummar 78 hevur veruliga gjørt vart við seg hetta kappingarárið. Nú kann Óli Mittún eisini kalla seg svenskan meistara
Mynd: IK Sävehof  
 
28.05.2024 - 19:26

Føroyski hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún spældi høvuðsleiklutin, tá svenska felag hansara, IK Sävehof, vann fjórða finaludystin í Ystads og samstundis tryggjaði sær svenska meistaraheitið.

Teir gulu og svørtu vunnu dystin á útivølli 27-32, eftir at Ystads var frammanfyri við tveimum í steðginum, og kunnu fegnast um sítt fyrsta gull síðan 2021, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu svingaði taktstokkinum í Partille. 

 

Óli í hopla

Óli Mittún hevur verið ein av bestu spælarunum í svensku kappingini hetta kappingarárið - ikki minst eftir árskiftið - og var eisini valdur á ársins lið sum spælskipari.

Í teimum fýra finalunum ímóti Ystads hevur bert 18 ára gamli føroyingurin í stóran mun stjórnað Sävehof-álopsspælinum, og mótstøðumenninir hava heilt einfalt ikki fingið steðgað fótfima føroyinginum.

Tað var sjón fyri søgn í avgerandi dystinum týsdagin. Óli Mittún skeyt níggju mál og legði upp til ikki færri enn átta afturat - eitt framúr avrik undir øllum umstøðum - men serliga við aldrinum hjá hoyvíkinginum í huga.  

 

Rúsandi dagar í føroyskum hondbólti

Talan er um góðar og spennandi dagar hjá føroyskum hondbóltsspælarum og føroyskum hondbólti.

Leygardagin vann Allan Norðberg European Cup saman við liðfeløgunum í íslendska felagnum Vali, og seinni sama dag brustu Jóhan á Plógv Hansen og Hákun West av Teigum saman í European League-finaluni, sum Flensburg-Handewitt vann á Füchse Berlin.

Nú hevur Óli Mittún vunnið sítt fyrsta svenska meistaraheiti við IK Sävehof, har hann tekur ímóti Ísaki Vedelsbøl í summar, og í næstum skal Elias Ellefsen á Skipagøtu royna seg ímóti teimum allarbestu í heiminum, tá THW Kiel brestur saman við Barcelona Champions League-endaspælinum - sonevnda Final Four - í týska býnum Køln.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772