Leigubilar fáa ikki undantak at keypa brennievni

bannari
Leigubilar fáa ikki undantak at keypa brennievni
Feløgini, sum leiga bilar út til ferðavinnuna, siga, at ferðafólk eru gíslar í einum stríði millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar
Feløg, sum leiga bilar út til ferðafólk, vilja hava undantak at keypa brennievni, men tað kemur ikki upp á tal, sigur samskiparin í Samtaki. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.05.2024 - 13:24

Feløgini, sum leiga út bilar til ferðavinnuna, biðja nú um undantak at keypa brennievni til leigubilarnar til ferðafólk.

Í felags áheitan siga bilaleigufeløgini, at tey eru sera hart rakt av verkfallinum, tí einki brennievni fæst til leigubilarnar, nú háárstíðin hjá ferðavinnuni byrjar. 

- At halda ferðafólki í Føroyum sum gísla í einum lokalum stríði millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar sendir eitt vánaligt signal til ferðandi í Føroyum, og kann føra til óbótaligan skaða í framtíðini, siga sjey bilaleigufeløg í felags fráboðan.

Feløgini skulu tó ikki rokna við, at áheitanin verður gingin á møti.

- Tað kemur ikki upp á tal at geva eitt slíkt undantak, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049