Stovnar steingja

bannari
Stovnar steingja
15 dagstovnar í Havn steingja í morgin, eftirsum ruskið ikki er heintað hesa seinastu vikuna
Mirjam Johannesen, leiðari í Sólareygað, sum er ein av 15 dagstovnum í høvuðsstaðnum, ið nú steingja
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.05.2024 - 14:54

Ruskið hópar seg upp um landið, nú einki rusk verður heintað, tí verkfall er. 

Hetta gevur nú at bíta á dagstovnunum í høvuðsstaðnum. 

 

15 dagstovnar í Havn hava nú fingið boð um at steingja í morgin, tí einki rusk er heintað í eina viku. 

Mirjam Johansen er leiðari á stovninum Sólareygað undir Brúnni í Havn. Hon hevur fingið boð frá kommununi um, at stovnurin skal steingja í morgin. 

20240522_NET_VERKFALL_SOLAREYGA

 

Í dag hava starvsfólkini í Sólareygað greitt børnunum frá, hví tey ikki skulu í barnagarð í morgin ári. 

 

Seks ára gamla Eydna L. Højgaard er millum tey mongu børnini, sum ikki skulu í barnagarð í morgin. 

 

20240522_NET_VERKFALL_SOLAREYGA_02_EYDNA

 

"Teir vilja hava meira í løn, teir, sum koyra bussin, og teir, ið taka skrellið, fyri at fáa meira pengar. Tí fáa vit frí," sigur Eydna, ið hevur nøkur góð boð uppá, hvat frídagurin í morgin skal brúkast til. 

"Kanska vit fara at svimja," sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168