Fleiri vakmyndatól og færri fartelefonir

Fleiri vakmyndatól og færri fartelefonir
Eitt av evnunum, sum panelið viðgjørdi í dag, var vakmyndatól í almenna kommunala rúminum
 
18.05.2024 - 12:36

Allir tríggir panelluttakararnir í sendingini Vikan hesa ferð vóru samdir um, at fartelefonin fyllir ov nógv í lívinum hjá fólki. Hesar telefonir skráseta alt, sum ber til, og tí er tað ein andsøgn at vera ímóti vakmyndatólum í almenna rúminum, og samstundis loyva fartelefonum at skráseta alt.

Evnini í dag eru verkfallið. Vit spyrja millum annað, um tað ikki er í lagi, at tey, sum arbeiða, fáa eitt sindur meira, nú vit hava upplivað stórar príshækkingar seinastu árini.
Fosturtøkulógin fall. Hvat hendi har? Uppskotið hjá landstýrismanninum, sum Framsókn hevur valt at umsita málsøki, fekk ikki stuðul frá tveimum øðrum úr Framsókn. Hvørki Hanne Jensen ella Sólvit O. Nolsøe tóku undir við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg frá Bjarna Kárason Petersen.
Tað triðja evnið hevur at gera við vakmyndatól, tí stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól. Hetta evnið er umrøtt áður her í Vikukjakinum, men tá var ivasamt, hvørja lagnu tað fór at fáa. Nú er 1984-samfelagið hjá Orwell komi nærri, so stóribeiggi sær út til at sleppa at hyggja nógv meira eftir tær.
Í útvarpsstovi vóru Marjun í Kálvalíð, Nikolaj Falk og Regin Marnesson.

Hoyrið kjakið her
 

1673719

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944