Kósin og Havsbrún fyrireika seg til verkfallið

bannari
Kósin og Havsbrún fyrireika seg til verkfallið
Á Kósini vænta tey at verða komin uppundan, áðrenn verkfallið byrjar, og á Havsbrún verður tikið ímóti seinastu lastini í dag
Á Kósini hava tey arbeitt alt vikuskiftið fyri at koma uppundan. (Savnsmynd)
 
13.05.2024 - 11:07

Bæði á Kósini í Klaksvík og á Havsbrún í Fuglafirði hava tey fyrireikað seg til verkfallið, sum byrjar á midnátt.

Á Kósini hava tey arbeitt alt vikuskiftið, og tey koma uppundan við at arbeiða fiskin, sum er inni á virkinum, fyri midnátt, sigur Hanus Hansen, stjóri.

 

Havsbrún tekur ímóti seinastu lastini í dag. (Savnsmynd)

 

Á Havsbrún í Fuglafirði er so nógv fóður koyrt út til alibrúkini sum til ber, og á virkinum verður tikið ímóti seinastu lastini í dag, sigur Odd Eliasen, stjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13052024_Hanus_og_Odd_um_verkfall

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117