Einki mál er fráboðað Fasta gerðarrættinum

bannari
Einki mál er fráboðað Fasta gerðarrættinum
Skal gerðarrætturin taka mál upp, skal skrivlig fráboðan fyriliggja frá øðrum partinum
Alfred Petersen er formaður í Fasta gerðarrætti.
 
13.05.2024 - 10:08

Einki mál er fráboðað til Fasta gerðarrættin um verkfallið, sum byrjar á midnátt. Fyri at gerðarrætturin skal taka eitt mál upp, skal ein skrivlig fráboðan frá øðrum partinum fyriliggja.

Tað sigur Alfred Petersen, sum er nevndarformaður í Fasta gerðarrættinum.

Tað er Fasti gerðarrættur, ið skal gera av, um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum eisini er galdandi fyri kommunurnar og landið.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur við Dimmu.fo, at fara fólk hjá landi ella kommunum í verkfall, verður hetta lagt fyri Fasta gerðarrættin sum skundmál. 

 

Rúkandi ósamd

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá landinum siga, at verkfallið, sum byrjar á midnátt, er ikki galdandi fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum ella hjá landinum.

Jú, tað er eisini fyri tey, siga arbeiðarafeløgini. Verkfallið er fyri øll arbeiðsøki, siga tey.

Tey seinastu 40 árini hava fýra verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. Tey vóru í 1985, 1987, 2001 og 2003. 

Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum, landi og kommunum, vísa arbeiðarafeløgini á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017