Ákærdur fyri eldáseting og roynd at seta eld á

Ákærdur fyri eldáseting og roynd at seta eld á
Bensinið brann, men eldur kom ikki í pumpurnar, hóast bensinið lá at teimum
Ákærdi maðurin býr í Grønlandi, og hann kemur ikki til Føroya á rættarfundin, men verður við á video. (Savnsmynd)
 
06.05.2024 - 09:32

Føroya rættur fer í morgin at viðgera eitt revsimál um eldáseting og roynd at seta eld á.

Ein maður, sum tá var 16 ár, er ákærdur fyri at ætla at seta eld á eina bensinstøð í Havn.

Hetta var 27.august í 2022. 

Maðurin er ákærdur fyri at taka bensin úr einari pumpu og festa í tað.

Bensinið brann, men eldur kom ikki í pumpurnar, hóast bensinið lá at teimum.

Maðurin noktar seg sekan.

Hann býr í Grønlandi. Hann kemur ikki til Føroya á rættarfundin, men verður við á video.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717