- Tíðindi, mentan og ítróttur
Floksformaður gjørdi vitlíki um, at Mette Frederiksen strikar høgtíðir
Í Føroyum høvdu vit frí fríggjadagin, tí tá var dýri biðidagur.
Tann frídagin hava danir ikki longur, og í ár var fyrsta ferðin, at teir ikki hildu dýra biðidag.
Nógv orðaskifti var um hetta fríggjadagin - eisini á politiskum stigi.
Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, nýtti vitlíki til at gera vart við seg, og framleiddi eina sonevnda "deep fake"-video, har tað sær út sum Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur tíðindafund og boðar frá, at hvítusunna, páskir og jól øll verða tikin av.
Video-stubbin er tó tilgjørdur og ikki veruligur - og tað er eisini frámerkt á uppslagnum hjá Morten Messerschmidt.
Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
Serfrøðingar mæla frá
Danskir serfrøðingar í talgildari tøkni mæla kortini politikarum frá at fáast við deep fake-eftirgerðir.
Slíkar eftirgerðir, har tað sær út sum fólk siga ella gera okkurt, men ikki gera tað í veruleikanum, kunnu virka sera undirgravandi fyri fólkaræðið, tá tað eru politikarar, sum eru offur fyri hesum, sigur Christiane Vejlø, sum er taldgildisgreinari fyri Elektronista Media, og hevur skrivað bók um evnið, við danska kringvarpið.
Satira
Morten Messerschmidt sigur, at uppslagið er satira, also skemt, og gjørt soleiðis, at tað greitt kemur fram, at talan er um eitt tilgjørt innslag, men serfrøðingar halda kortini, at politikarar skulu ansa eftir ikki at broyta nakað, sum fólk halda er gott.
- "Deepfake" kann skumpa enn meira tann vegin, at ein ikki kann trúgva nøkrum sum helst á Facebook, X ella øðrum sosialum miðlum, sigur Jesper Tække, lektari í miðlafrøði við danska kringvarpið.