- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍF vann aðru FM-finaluna við framúr dystarenda
Áskoðararnir, sum høvdu leitað sær í ítróttahøllina í Kollafirði í gjárkvøldið at hyggja eftir aðru mansfinaluni í hondbólti millum KÍF og H71, fingu undirhald fyri allar pengarnar.
Síðsta løtan gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við, at málverjin hjá KÍF, Milenko Jelkan, skoraði sigursmálið úr sínari hálvu yvir í tómt mál á hinari hálvuni.
Tá ið smáir tveir minuttir vóru eftir av dystinum, vóru hoyvíkingar annars á odda við tveimum málum, men við einum góðu langskoti frá Fríða Weyhe, góðari KÍF verju og einari fríspæling inn á strikuna til tann unga Tóka Fríðriksson, megnaðu kollfirðingar at javna til 23-23.
Avgerðin fall í síðstu løtu
H71 hevði 13 sekund til síðsta álopið, men ein innspæling inn á strikuna miseydnaðist og ístaðin endaði bólturin í málteiginum hjá málverjanum, sum gjørdi skjótt av og tveitti bóltin yvir á hina hálvuna og í mál til endaligu støðuna 24-23.
Sostatt er nú 1-1 í stríðnum um føroyameistaraheitið í manshondbólti. H71 vann fyrru FM-finaluna.
Triðja FM-finalan verður í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 19.00.
Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. Ísak Vedelsbøl og Bogi Hansen vóru toppskjúttar hjá H71 við fimm málum hvør.