Skaðin ikki álvarsligur: Elias verður við ímóti Norðurmakedónia

Skaðin ikki álvarsligur: Elias verður við ímóti Norðurmakedónia
Knæskaðin, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk herfyri, er ikki álvarsligur, og føroyski spælskiparin væntar at vera við í playoff-dystunum ímóti Norðurmakedónia í mai
Elias er við: Føroyski spælskiparin váttar, at knæskaðin ikki er álvarsligur
Mynd: Kollektif  
 
24.04.2024 - 11:36

Knæskaðin, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ímóti Füchse Berlin síðsta vikuskifti, er ikki álvarsligur, og tað er nærum púra vist, at føroyski spælskiparin verður við í playoff-dystunum ímóti Norðurmakedónia í mai.

 - Tað eri eg glaður fyri. Hetta kom sjálvandi eitt sindur óvart á, tí tað er nú til avgerandi dystirnar, at tú vilt vera heilt klárur, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki í dystinum í Berlin, at Elias Ellefsen á Skipagøtu varð takklaður av Max Darj og mátti av vølli og kom ikki inn aftur.

- Vit samdust um, at dystirnir ímóti Montpellier høvdu størri týdning, og tí tóku vit ikki kjansin, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 

Kann venja aftur um nakrar dagar

Dagin eftir varð knæið skannað, og Elias Ellefsen á Skipagøtu váttar, at hann skjótt kann spæla aftur. Føroyingurin er við í Kiel-ferðalagnum, sum fleyg til Fraklands í gjár til Champions League-fjórðingsfinaluna ímóti Montpellier, sum er í kvøld klokkan 19:45.

Sambært Eliasi Ellefsen á Skipagøtu er kortini ivasamt, um hann kemur á vøllin longu í kvøld, men endalig avgerð er ikki tikin um tað enn. Í øllum førum ganga ikki nógvir dagar, áðrenn hann kannn venja aftur.

Tað merkir, at spælskiparin helst røkkur returdystinum ímóti Montpellier 2. mai og ikki minst playoff-dystunum hjá Føroyum til HM, sum verða 8. og 12. mai. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791