- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rýkur enn úr Børsinum í morgun, og tí byrjar kanningararbeiðið í morgin
Tað rýkur enn úr Børsinum í morgun og tí byrjar kanningararbeiðið inni í bygninginum væntandi ikki fyrr í morgin.
Onnur síðan, ið vendir móti Christiansborg, er øll brend í grund, ímeðan hin síðan, stendur óskalað, segði tilbúgvarleiðarin í Keypmannahavn við TV2 í morgun.
Søguligi bygningurin skal byggjast uppaftur.
Tað er Dansk Erhverv, sum eigur bygningin.
Forstjórin í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, var ivaleysur eftir at eldur kom í bygningin í gjár.
"Vit hava saman við nevndini avgjørt, at Børsurin skal byggjast uppaftur, sama hvussu víkjur og vendir," sigur Brian Mikkelsn við Ritzau.
Ivi um endurreisn
Sambært Sandru Brovall, sum er tíðindafólk á mentan hjá danska kringvarpinum, eru í løtuni fleiri spurningar enn svar, tá talan er byggja uppaftur.
"Børsurin er ein bygningur, ið fevnir um nógvar tíðarskeið við ymiskari byggilist, og stóð liðugur í 1625, men hann er umvældur fleiri ferðir. So spurningurin er, hvussu bygningurin skal endurreisast. Skal hann førast aftur til, hvussu hann upprunaliga sá út við gulum tigulsteinum? Spurningurin er eisini, hvat tilfar, ið Børsurin skal endurreisast við? Skal blýggj, ið er eitt eitrandi evni, aftur brúkast til tornið?