- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taptu stórt eftir dreymabyrjan
Tá 10 minuttir vóru spældir av EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Montenegro í Podgorica, sá gott út.
Sunniva Willemoes hevði lagt Føroyar framum við einum frálíkum langskotið upp í handara málhorn, tá tær í hvítum vunnu ein bólt langt frammi á vøllinum, og tær í hvítum tyktust væl upplagdar.
Montenegro, sum vann báðar dystirnar ímóti Føroyum í seinastu Nations League-kappingini, fótaði sær kortini skjótt og tá eitt gott korter var spælt javnaði Maša Tomašević eftir innlegg úr høgru.
Føroyingarnir høvdu spælt ímóti Grikkalandi fýra dagar frammanundan, og orkan sá út til at bila, tá steðgurin nærkaðist. Hetta kostaði, tá Armisa Kuč varð send avstað, fór framvið føroyska málverjanum, Eyðgerð Mikkelsen, og legði heimaliðið framum.
Framherjin úr bestu turkisku deildini var ein støðug hóttan, og hon økti um leiðsluna hjá Montenegro, tá ein lítil tími var spældur.
Føroyar hóttu ikki málið hjá heimaliðnum í seinna hálvleiki, og seinastu minuttirnar fekk Montenegro tvey mál afturat, og so gjørdist tapið óneyðuga stórt.
Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini var spældur týsdagin, vann Grikkaland 3-0 á útivølli móti Andorra.
Eftir tvey umfør hava Montenegro og Grikkaland 6 stig, meðan Føroyar og Andorra hava fyrstu stigini til góðar. Mánaðarskiftið mai-juni fara liðini á vøllin aftur. Fríggjadagin 31. mai spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli, og fýra dagar seinni, týsdagin 4 juni kemur Grikkaland á vitjan.