Serfrøðingar: 45.000 bygningar í Khan Younis lagdir í oyði

Serfrøðingar: 45.000 bygningar í Khan Younis lagdir í oyði
Tað er lítið hugaligt hjá palestinum at fara heimaftur til býin, sum er í sori. Ísrael sigur, at Khan Younis var háborg hjá Hamas
Meira enn helvtin av Khan Younis er løgd í oyði.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.04.2024 - 13:57

Býurin Khan Younis í Gasa er ikki at kenna aftur hjá teimum palestinum, sum eru komnir heimaftur, eftir at ísraelski herurin er farin úr býnum.

Stór øki liggja í sori eftir mánaðir við hørðum bardøgum og bumbuálopum. 

Okkurt um 55 prosent av býnum eru løgd í oyði, síðani kríggið brast á 7. oktober í fjør, er niðurstøðan hjá serfrøðingunum Corey Scher og Jamon Van Den Hoek.

Niðurstøðan hjá serfrøðingunum, sum eru knýttir at amerikonskum universitetum, byggir á myndir frá fylgisveinum, skrivar AP-tíðindastovan.

 

45.000 bygningar lagdir í oyði

Okkurt um 45.000 bygningar eru lagdir í oyði ella hava fingið skaða.

Ísrael sigur, at Khan Younis var háborg hjá Hamas. Hernaðarligu tiltøkini í býnum hava dripið túsundtals krígsmenn og oyðilagt stóran part av tunnilsskipanini hjá Hamas, sum verður brúkt til at flyta vápn og krígsmenn.

Ísrael sigur eisini, at prógv eru fyri, at gíslar hava verið hildnir fangar í býnum. 

 

Innrás í Rafah

Ætlanin hjá Ísrael um at gera innrás í býin Rafah, sum Ísrael sigur er seinasta háborgin hjá Hamas, hevur elvt til altjóða stúran fyri teimum umleið 1,4 mió. palestinunum, sum hava leitað sær skjól í býnum.

Tættasti sameindi hjá Ísrael, USA, hevur sagt, at tað hevði verið eitt mistak at gera innrás í Rafah og hevur kravt eina eftirfarandi ætlan fyri at verja sivila fólkið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835