- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin doyði í ferðsluni í fjør
Eingin doyði í ferðsluni í fjør
292 fólk eru deyð í ferðsluni, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan var í 1928
08.04.2024 - 09:24
Eingin doyði í ferðsluni í Føroyum í fjør.
Í 2020 og 2018 doyði heldur eingin.
Men annars skulu vit heilt aftur til 1967 fyri at finna eitt ár, har eingin doyði í ferðsluvanlukku, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd í ársfrágreiðingini fyri 2023.
292 fólk deyð síðani 1928
292 fólk eru deyð í ferðsluni, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan var í 1928.
Í fjør vóru skrásett 30 ferðsluóhapp, sum elvdu til fólkaskaða. Tað vóru trý færri enn í 2022.
Samanborið við málið í ferðslutrygdarætlanini er tað ikki í lagi, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.
0-hugsjónin er, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV