- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmanssteypið: KÍ og HB bresta saman
Føroyameistarin, KÍ, tekur ímóti steypavinnaranum, HB, í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið.
Tað er greitt eftir lutakastið í kvøld.
Dystirnir í 1. umfari um steypakappingini verða spældir 24. og 25. apríl.
15 lið eru við í kappingini um Løgmanssteypið í ár, og tí varð eitt lið drigið beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Tað gjørdist NSÍ.
Betri-liðini hittast innnanhýsis
Fleiri uppgerðir millum Betri-deildarlið vera. B36 tekur ímóti Skála, ÍF skal á vitjan hjá B68 og EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur.
Spenningur er ivaleyst eisini í Suðuroy, tí har verður grannauppgerð millum FC Suðuroy og TB í Vági.
Víkingur fekk á pappírinum besta lutakastið. Teir ljósabláu skulu á vitjan hjá FC Hoyvík. Sjeyndi dysturin verður millum B71 og AB.
1.umfar í kappingini um Løgmanssteypið
B36 – Skála
FC Suðuroy – TB
B68 – ÍF
EB/Streymur – 07 Vestur
B71 – AB
KÍ – HB
FC Hoyvík – Víkingur