Páll og Árni bjargaðu KÍ

Páll og Árni bjargaðu KÍ
NSÍ trýsti KÍ, sum ikki spældi gott, men Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg bjargaðu heimaliðnum. B36 og Víkingur halda fram við fullari ferð
Páll Klettskarð hevur skotið seks mál upp á tríggjar dystir higartil
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.04.2024 - 21:37

Tað sá einki serligt út hjá føroyameistarunum við Djúpumýru 2. páskadag. 

Ikki meir enn 19 minuttir vóru spældir, tá Petur Knudsen legði NSÍ á odda við tveimum. Sjey minuttir frammanundan hevði Cedric Yambere gjørt sjálvmál.

Spæli hjá heimaliðnum hekk í stóran mun illa saman, men tá tað í løtum eydnaðist at seta okkurt saman, var ikki langt til góðu málmøguleikarnar. Hesir komu eisini, og tá vóru stóru menninir hjá heimaliðnum til reiðar. 

Fyri steðgin var Páll Klettskarð til reiðar inni í málteiginum og minkaði eftir ein retur, og eftir steðgin stakk framherjin seg upp ímillum miðverjarnar hjá NSÍ og skallaði eitt innlegg frá Patrick Da Silva í netið. 

Og so var tað Árni Frederiksberg. 66 minuttir vóru spældir, tá hann fekk tamarhald á bóltinum á brotsteigarmarkinum nakað høgrumegin. Øll væntaðu sær eitt skot ímóti handara málhorninum - helst eisini Kristian Joensen í NSÍ-málinum. Í staðin skeyt fyrrverandi NSÍ-vongurin lágt styttru megin og tryggjaði KÍ øll stigini.

 

B36 og Víkingur við fullari ferð

KÍ hevði stigini fyri neyðini, tí bæði B36 og Víkingur hildu fram við fullari ferð. 

B36 vitjaði undir Mýruhjalla, og vann sannførandi á uppflytaranum. Bjarki Nielsen og Zean Peetz Dalügge skutu útiliðið framum fyri steðgin, áðrenn Marius Kryger Lindh og Gutti Dahl-Olsen løgdu tvey mál afturat í seinna hálvleiki. Carlos Ferreira minkaði um munin til 3-1, men sigurin hjá B36 var ongantíð í vanda.

Í Norðagøtu vann Víkingur eisini trygt á B68. Har var málleyst í steðginum, men Finnur Justinussen og Poul Kallsberg skoraðu í seinna hálvleiki, og teir ljósabláu hava fult stigatal saman við B36.

HB var kanska størsti favoritturin í dag. Venjarin, Adolfo Sormani, var leikbannaður og slapp ikki at vera á beinkinum, men inni á vøllinum sást einki til tað. Samba, Sørensen, Skytte og Samuelsen - ávíkavist Mohamed, Hanus, Sammy og Áki - tóku sær av málunum í 4-0 sigrinum.

Í morgin spæla 07 Vestur og EB/Streymur síðsta dystin í 3. umfari í Sørvági. Eftir dystin verður lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652