- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oppenheimer loksins sýndur í Japan
Filmurin "Oppenheimer", sum herfyri vann ikki færri enn sjey Oscar-heiðurslønir, varð í dag sýndur fyri fyrstu ferð í Japan.
Tað eru góðir níggju mánaðir síðan filmurin varð sýndur fyrstu ferð her um okkara leiðir, men filmurin nertir við eitt sera eymt evni í Japan. Robert J. Oppenheimer, sum filmurin snýr seg um, verður ofta róptur "faðir at kjarnorkubumbuni" - og Japan er einasta land í heiminum, sum er álopið við kjarnorkubumbum.
Tí bleiv tað heldur ikki sligið stórt upp, tá filmurin hjá Christopher Nolan hevði frumsýning í einum biografi í Tokyo í dag. Har vóru eingi reyð teppi, eingir fínir kjólar og eingir paparazzi-fotografar - bert ein lítil plakat, sum vísti, at filmurin gekk.
Í Japan og aðrastaðni við hava fólk funnist at filminum fyri at snúgva seg meira um amerikanskan innanríkispolitikk enn um avleiðingarnar av kjarnorkubumbuni hjá Oppenheimer.
Tað kom eisini fram eftir Oscar-heiðurslønirnar 10. mars, har forsetin í Hiroshima International Film Festival, Kyoko Heya, var ein av teimum, sum hevði blandaðar kenslur. Hon helt eisini, at filmurin snúði seg ov nógv um USA og ov lítið um tað, sum hendi í Hiroshima og Nagasaki. Men hon vildi kortini, at fólk í Japan sluppu at síggja filmin, tí hann kundi minna fólk á tað sum hendi í teimum báðum býunum.
Millum 200.000 og 300.000 fólk lótu lív í kjarnorkubumbuálopunum á Hiroshima og Nagasaki ávikavist 6. og 9. august 1945.