Tveir triðingar av kommunustýrinum í Fámjin ímóti samanlegging

Tveir triðingar av kommunustýrinum í Fámjin ímóti samanlegging
Arni Teindal, bygdaráðslimur, sigur, at frástøðan millum borgaran og kommununa verður størri, um Fámjin ikki longur verður sjálvstøðug kommuna
Arni Teindal, bygdaráðslimur, er ímóti, at Fámjin leggur saman við hinum kommununum í norðaru helvt í Suðuroy.
 
25.03.2024 - 10:50

Kommunustýrið í Fámjin er ikki á einum máli um at leggja saman við øðrum kommunum, tí tveir av trimum bygdaráðslimum, Arnbjørn í Smiðjuni og Arni Teindal, eru ikki fyri samanlegging.

Arni Teindal nevnir sum ein vansa við kommunusamanlegging, at frástøðan millum borgarar og kommunu fer at økjast, um Fámjins kommuna ikki longur verður ein sjálvstøðug kommuna:

Ein av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum er, at nettoskuldin hjá Fámjins kommunu síðstu árini er vaksin so nógv, at helst verður neyðugt at hækka skattaprosentið, ið frammanundan er tað lægsta í landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25032024_Arni_Teindal

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519