- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj tvíkilja latin Hiddenfjord
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/8766ffe4-5859-4ea9-80a1-638f8c19236b.jpg?itok=ecQH_h26)
Í november 2023 fekk Hiddenfjord tvíkiljuna "Heldarsgjógv" frá MEST, og í gjár varð enn ein tvíkilja, "Heinanøva", latin alifyritøkuni.
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Hon er útgjørd við tveimum stórum MELCAL kranum, ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.
Heinanøva fær heimstað í Sørvági.