Tvey eldfim mál í tinginum í dag

Tvey eldfim mál í tinginum í dag
Fosturtøkulógin hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, og lønir og eftirlønir hjá tingfólki hjá formansskapinum eru fyri í løgtinginum í dag
Innanfyri hesar veggir vera tvey mál, sum hava stóran almennan áhuga, viðgjørd í dag.
 
22.03.2024 - 06:33

Tvey mál, sum hava stóran almennan áhuga, eru á skránni hjá løgtinginum í dag.

Annað er uppskotið hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, um fosturtøkulóg, og hitt er uppskotið hjá meirilutanum í formansskapinum um lønir og eftirlønir hjá tingfólki.

Tað uppskotið fer í eina grein 25 nevnd.

Fyrst skal tó atkvøðast, um tað skal í slíka nevnd.

Verður tað samtykt, verður nevndin vald alt fyri eitt. 

 

Serlig nevnd

Sambært grein 25 í tingskipanini kann løgtingið seta nevnd at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. 

Hesar nevndir sita bara til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longur enn til tingsetan endar. 

Vanliga hava allir flokkar fólk í grein 25 nevndum.

Uppskotið um fosturtøkulóg fer í rættarnevndina.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tíggju.

Næsti tingfundur eftir tann í dag verður 11.apríl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946