Sparast skal í rakstrinum á fíggjarlógini

Sparast skal í rakstrinum á fíggjarlógini
Ruth Vang, landsstýriskvinna, viðgongur, at hóast inntøkurnar eru vaksnar, og tíðirnar eru góðar, stendur ikki so væl til í landskassanum
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot um játtanarkarmar fyri 2025. (Savnsmynd: Finnur Justinussen)
 
22.03.2024 - 13:02

Fíggjarmálaráðið sigur, at átøk fyri 35 milliónir kr. skulu setast í verk á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Kortini verður roknað við einum halli upp á 12,6 milliónir, eftir at tiltøkini eru sett í verk.

Tað stendur í uppskotinum til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2025, sum er lagt fyri tingið í dag.

Ein orsøk til, at hall verður á fíggjarlógini er, at peningur, sum skal í Búskapargrunnin, ikki verða skrásettur sum inntøka á fíggjarlógini longur. Hetta hevur Búskaparráðið víst á fleiri ferðir.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at hóast inntøkurnar eru vaksnar, og tíðirnar framvegis eru góðar, stendur ikki so væl til í landskassanum. 

Átøkini, sum ætlanin er at seta í verk á figgjarlógini, eru fyrst og fremst sparingar, sigur hon. 

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Ruth Vang í útvarpstíðindunum:

 

22042023_Ruth_Vang
 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946