Tórshavnar býráð letur 2,5 milliónir til Listasavnið

Tórshavnar býráð letur 2,5 milliónir til Listasavnið
Verkætlanin kostar 60 mió.kr., og  57,5 mió.kr. eru útvegaðar
Nýggjur serframsýningarbygningur byggjast á grundini hjá gamla Listaskálanum. (Savnsmynd)
 
21.03.2024 - 08:30

Tórshavnar kommuna fer at lata 2,5 mió. kr. til at framtíðartryggja og menna Listasavn Føroya. Helvtina næsta ár og hina helvtina í 2026.

Býráðið fer at viðgera málið í dag.

Sambært umsóknini um stuðul, sum kom 2. februar í ár, skal nýggjur serframsýningarbygningur byggjast á grundini hjá gamla Listaskálanum.

Nýggir hentleikar skulu gerast til vitjandi, serstakliga børn, meira pláss skal vera til savnið, og eitt hús við virksemi og skúlatænastum til børn og ung skal gerast. 

 

Kostar 60 milliónir

Verkætlanin kostar 60 mió.kr. 57,5 mió.kr. eru útvegaðar.

So Listasavnið hevur søkt kommununa um 2,5 mió.kr.  

Listasavnið søkti upprunaliga um 7,5 mió. kr. í stuðli.

Listasavn Føroya fær 200.000 kr. í árligum rakstrarstuðli frá Tórshavnar kommunu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946